- Hav eina vatnflósku og ein líttlan matpakka við
- Vel góðar, óhálar skógvar/stilvar at ganga í
- Ver væl ílatin
- Ert tú illa gongd/ur so hav ein stav við
EGIN ÁBYRGD
Vit seta altíð trygdina í hásæti. Vit gera vart við, at tað er ikki vandaleyst at ferðast í føroysku náttúruni. Vit gera í hesum sambandi vart við, at ferðast tú í føroysku náttúruni saman við ferðaleiðara frá okkum ella ferðast tú í føroysku náttúruni eftir íblásturi frá okkara heimasíðu, so hendir hetta undir egnari ábyrgd. Hetta merkir, at fært tú í hesum sambandi skaða, so taka vit onga ábyrgd fyri skaðanum.